Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Føroyar Vágar Mykines Kunning Tiltøk
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin í Vágar og til Mykinesar

Vágar er við sínum umleið 178km2 triðstørsta oyggj í Føroyum. Her búgva umleið 3.000 fólk. Vágar hevur vegasamband  við  meginøkið gjøgnum Vágatunnilin, sum var fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti flogvøllur í Føroyum liggur.

Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum Leitisvatni/Sørvágsvatni og Fjallavatni umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá Gásadali í vestri til Sandavágs í eystri, liggur sum ein stór náttúrupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum.
Størstu hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, Tindhólmur og Mykineshólmur. 

Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu  og cafeteria.

Mykines er við sínum umleið 11 km2 eyðkend við sínum ríka fuglalívi. Her heldur súlan til saman við ørgrynnu av lunda og øðrum fugli. Oyggin er fevnd av lívi og ljóði allan sólarringin.

 

 

 
Nýtt
25-03-2010
Aðalfundur hjá Felagnum Vágar
Aðalfundur felagsins verður í Beitinum tann 25. mars 2010 kl. 19:00 Skrá samb. lógini. Sverri Kass frá Atlantic Airways luttekur á fundinum við evninum: Hvussu meti eg at samanspælið millum politiska mynduleikan og føroyska ferðavinnu er í dag.


14-03-2010
Bygda- og Søgutúrur í Miðvági
Vága Gongufelag og Miðvágs Fornminnafelag skipað fyri søgutúri á Ryggi sunnudagin 14. mars. Vit møtast uttanfyri Mylluna kl. 14:30 um veðrið er til vildar,og ganga gjøgnum býlingin á Ryggi, har vit hoyra søguna frá royndum søgufólki. Eisini støkkað vit inn á gólvið í onkrum av gomlu húsunum í býlinginum. Aftaná verður kaffimunnur í Beitinum. Tilmelding á 333455 og 213455


08-03-2010
Altjóða kvinnudagur 08. mars í Miðvági.
Sum vanligt skipar Kvinnubólkurin í Vágum fyri altjóða kvinnudegnum 8. mars kl. 20:00 í Bygdaskúlanum í Miðvági. Í ár hava vit valt at seta fokus á familjuna og fíggjarstøðu teirra.


19-02-2010
Vágatunnilin frítt at koyra
Leygardagin 06. mars er frítt at koyra gjøgnum Vágatunnilin, frá kl. 06:00 á morgni og til kl. 06:00 morgunin eftir.


13-03-2010
Vælverukvøld á 62° N airport hotel
Skrá: Frá 18.00-19.30 verður sjálvtøkuborð (sjálvtøkuborðið endar kl. 19.30) Frá kl. 19.30-20.00 verður møguleiki at vitja luttakandi básarnar: Urtagarðurin, Ven, Sólvá Vágadal, Kára á Steig, Prýði, 62ºN, Enjo, Wellness Kl. 20.00 greiðir Martin Brodersen frá Wellnes um Galvanic Spa ið er ein andlitsviðgerð Kl. 20.15 verður vármótin sýndur: Sorelle, John Poulsen, Prýði, Hjá Jákup og Pastell Kl. 21.00 verður gallashow við veitsluhári: Diva & Dupont Kl. 21.15 básarnir hava opið aftur til kl. 22.00 Kostnaður: kr. 100,00 uttan drykkjuvørður Atgongumerkir verða seld á hesum støðum: Sorella,Pastell, John Poulsen, Prýði,Hjá Jákup avmarkað atgongd.


Eldri tíðindi
Vága kunningarstova - Leitisvegur 58 - 370 Miðvágur - tel +298 33 34 55 - fax +298 33 34 75 - vagarvagar.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media